top of page

Hør sangen her

Brúðarvísan

1. Várharra hann segði, tað er ikki gott,
at maðurin livir so eina,
tí setti hann Ádam og Evu so brátt
í hjúnarlagið tað reina.
Tey tvey skulu vera so sum eitt,
ta læru fedrarnir týða so greitt,
tann læran hon er tann beina.


2. Ein frøi hann er fyri kvinnu og mann
tann hjúnarskapur so dýrur,
sum tvífalt okkum gleða kann,
tá Harrin verkinum stýrir.
Tit lýðið tí á og hoyrið til,
tit brúðarfólk og hvør, sum vil,
hvat skriftin harum skýrir!


3. Ábraham ríkur sum fáur var
til fólk og fæ og jarðir,
men tøkk fyri alt til Gud frambar,
sum øllum góðum sparir,
hann gav sínum soni sín eigindóm,
bæði fólk og jørð í besta blóm’
og allar dýrar varur.


4. Hann gav honum alt, hvat ið nevnast kann,
men eitt var eftir at vinna
at gera sín son til rættan mannn,
har væntaði bara ein kvinna,
men hon var ikki góð at fáa,
tí Kánans land alt heiðið lá,
har eingin var verd at vinna.


5. Sær sonarkonu Ábraham ei
úr heiðinskapi gat søkja,
hvar fólkið kreyp á dimmari leið,
í óvit lat seg fløkja:
Tey telgdu sær gudar og settu á fjøl
og leikaðu um teir við óvitaspøl.
Slíkt heidnamyrkrið man økja


6. Men Ábraham, sum Guds vinur var
og alra trúgvandi faðir,
hann sendi sín svein langt burtur har
til sínar ættarstaðir
at søkja sær soninum brúður harfrá,
hvar sannan gud tey trúðu á,
og heidna-myrkrið ei bagir

7. So Ábraham gjørdi, men júst ikki tí
tað okkum til reglu skal vera,
nú hjartasakin er meira frí,
vit lógartvingsil ei bera;
tað gamla er umliðið, alt er nú nýtt,
í kærleika hvør kann virka frítt,
hvat reintonkta hjartað vil gera.

8. At frændur so finnast, ein gleði tað er,

sum væl er verd at goyma,

men hjúnarbandið mest frøi ger,

tað mugu vit ikki gloyma.

Tit leggið í huga og minnist hará,

hvar kærleikskeldan sprettur frá,

sum hjartavarman man eima!

9. Sum Ádam gleddist, tá Evu hann sá,

so gleðast vit enn um stundir;

tí so er nú Guds alvísa ráð,

at vit um kærleiksfundir

skulu finna hvørt annað, sveinur og moy,

og ganga so fram eftir kærleiksleið

um grønar líðir og lundir.

10. Sum sveinurin gleddist, við brunnin stóð
og sá kamelarnar renna
og flyta ta gentu, sum honum var góð,
so kærleiksvarmin man brenna
hjá monnum, sum yndast um stundir enn.
Tann varmin hann fjálgar kvinnur og menn,
sum mangur kann sanna og kenna.


11. Tann setningin Salomon setti í ring:
Hvør góða konu man eiga,
av Harranum fær hann eitt hugnaligt ting,
hvarav ein mangt kann leiða.
Ja, vínið í Kana tað minnir oss á,
hvar gleðin hin sanna sprettir frá,
sum seg so djúpt kann breiða.


12. Av kærleika alt er sprottið út,
av kærleika ljósið ljómar,
í kærleika binda vit best tann knút,
sum steingir út sorgirnar tómar;
í kærleikskeldu vendist vatn til vín,
tann keldan hon bjóðar øllum til sín,
har rósan og liljan blómar.

25. Hvat kann væl hugsast, sum betri er
enn gleðin, sum ber av tí góða,
hvar hjartað hitt reina ta frøi ger,
sum lýsir av andliti fróa
við reinlittum roða sum summardagssól,
tað vísir til hjartað, at her eru jól
og alt, hvat sum gleði kann bjóða.


26. Lat gleðina ljóma um hesi tvey,
sum tú vildi saman beina!
Várharra hann leiði og styðji tey,
til tíðin seg sundur man greina,
sum hann leiddi mangan á evstu nátt.
Ja, vit mugu sanna, tað er ikki gott,
at maðurin livir so eina.

500 Terry Francine Street, 6th Floor, San Francisco, CA 94158

  • Facebook
  • Instagram
  • Twitter
  • Link

Tilmeld dig vores Nyhedsbrev

Kontakt Os

bottom of page